
Brennur tú fyri at vinna menniskju fyri Jesus? At sleppa at siga øðrum frá tí glaða boðskapnum? Er tú rímuliga stinn/ur í enskum? So er ein spennandi møguleiki at koma í samband við onnur gjøgnum Netmissión.
Vit hava brúk fyri fleiri trúgvandi at hjálpa okkum við hesari uppgávu. Vit skulu brúka fólk til forbøn, kjatt, tekniska hjálp, umsiting o.a.
So um tú kundi hugsa tær at roynt hettar, kanst tú seta teg í samband við okkum. Vit eru online hvørt fríggjakvøld frá kl 19:30 til uml. 21:30. Vit taka okkum av at læra teg upp til uppgávuna.
Í løtini eru tað 30 ferðir um vikuna har tað er møguleiki at fara á Church Online, men tað skal víðkast til 50 í nærmastu framtíð.


