Post image for Church Online á iPhone/iPod

Nú er tað møguligt at síggja Church Online á iPhone & iPod Touch! Um tit opna http://live.lifechurch.tv frá Safari á iPhone/iPod verða tit stillaði víðari til iPhone síðuna. Hettar gevur heilt nýggjar møguleikar. Tað eru meira enn 40 milliónir iPhone brúkarar kring heimin, sum nú hava atgongd til Church Online á telefonini! Eg kann ikki tilmæla at royna hettar meðan tit eru á EDGE/3G netinum í Føroyum, av tí at tað er so kostnaðarmikið. Tit kunnu royna meðan tit hava tráðleyst samband. Hettar fer sjálvandi at broytast, tá tað blívur bíligari at nýta mobila netið í Føroyum.

{ 0 viðmerkingar }