Church Online á iPhone/iPod

Thumbnail image for Church Online á iPhone/iPod

Nú er tað møguligt at síggja Church Online á iPhone & iPod Touch! Um tit opna http://live.lifechurch.tv frá Safari á iPhone/iPod verða tit stillaði víðari til iPhone síðuna. Hettar gevur heilt nýggjar møguleikar. Tað eru meira enn 40 milliónir iPhone brúkarar kring heimin, sum nú hava atgongd til Church Online á telefonini! Eg kann ikki tilmæla [...]

At the Movies 2009

Thumbnail image for At the Movies 2009

Í tí myrku biohøllini sita vit sum límaði til skermin. Vit flenna, gráta og gleðast, meðan søgugongdin fer fram. Men hvat kunnu hesar løtur læra okkum um heimin, vit liva í? Finn tíðarleysir sannleikar í teimum størstu filmunum úr Hollywood… At the Movies 2009!
Sum vanligt er møtirøðin bert atkomulig online og verður ikki arkiverað, so [...]

Hagtøl fyri Church Online

Her eru nøkur hagtøl fyri Church Online fyri 2009 fram til dags dato. Ótrúliga spennandi at vita, hvussu hettar fer at síggja út við ársenda! Vit lata tølini tala fyri seg sjálvi:

YTD Church Online 2009
View more OpenOffice presentations from tonysteward.

Kelda: Church Online

One Prayer 2009

Thumbnail image for One Prayer 2009

One Prayer 2009 byrjar hetta vikuskifti, og fleiri enn 1600 samkomur um allan heim luttaka. Á Church Online fara vit at síggja 15 eyka møtir meðan One Prayer er. Tú kanst síggja skránna fyrstu vikuna her. Endamálið við One Prayer er m.a. at sameina Guds fólk og at standa saman um at stovna nýggjar samkomur í [...]

Elias

Ein illur kongur, oyðandi turkur, ein ótrúlig mótstøða og ein maður, ið vinnur á trupulleikunum. Tá heimurin kring okkum stendur at rapa, hvagar kunnu vit tá fara eftir hjálp?
Fylg við mikudagin kl. 21.00 (føroysk summartíð) á live.lifechurch.tv meðan vit læra av Eliasi.
Um tú ikki fekst møtið við, kanst tú altíð síggja tað í arkivinum vikuna [...]

Mikudagsmøtið kl. 21:00

Hvørt mikukvøld kl. 21.00 (føroyska summartíð) verður møti á netinum. Tað verður á http://live.lifechurch.tv. Vit eru spent at vita, hvussu hettar fer at virka, og hvussu nógv fólk fara at møta upp og vilja hava eina broyting í lívinum. Vit vera tøk eina løtu á Kjatt aftaná at møtið er liðugt, fyri at kunna svara [...]

Páskir Online

Thumbnail image for Páskir Online

Nú á páskum byrjar ein nýggj møtirøð sum eitur “Sært tú Hann?” Møtirøðin verður send 14 ferðir komandi vikuna. Møtitíðirar finna tit lættast her. Um tit hyggja væl, síggja tit kanska eitt lítið brot úr Føroyum :-)
Vit vera sjálvi við á live.lifechurch.tv. mikudagin kl 21.00 Føroyska tíð. Tá hava vit ábyrgdina av møtinum.
Nú á páskum verður eisini [...]

Lív. Peningur. Vón.

Thumbnail image for Lív. Peningur. Vón.

Roynir tú at fáa skil á tínum fíggjarviðurskiftum? Ein av fremstu fíggjarráðgevunum úr USA, Dave Ramsey fer at ráðgeva okkum í fíggjarviðurskiftum tær næstu tríggjar vikurnar. Tú fer at læra hvussu tú kanst taka ræði á tínari fíggjarligu framtíð, og at byrja uppá eina persónliga fíggjarliga umvelting undir møtirøðini, sum byrjar 14. & 15. Mars. [...]

Hjúnarbandslyftini

Thumbnail image for Hjúnarbandslyftini

Í viðgongd og mótgongd til deyðin tykkum skilir. Hjúnarbandslyftini eru meira enn bara eini kærleikslyfti — tey eru lykilin til eitt langt og gott hjúnarlag. Um tú vónar at giftast ein dag, ella tú longu hevur bundið teg, kanst tú finna útav hvat hesi orð merkja fyri títt hjúnarlag framyvir. Fylg við tá hjúnarbandslyftini blíva [...]

Umseting á chattinum!

Hesa vikuna á live.lifechurch.tv er eitt nýtt amboð tikið í nýtslu á chattinum fyri at røkka enn longur út tvørtur um máltrupulleikar.  Alt tú skrivar á chattinum verður umsett til 34 mál beinleiðis. So nú er eingin undanførðsla til ikki at kunna luttaka, tí tú ikki dugir enskt. Um tín telda er innstillað til danskt, so verður alt [...]

Hin vilsti sonurin!

Í samband við at eg í sunnudagsskúlanum skuldi fortelja børnunum hvussu góður Gud er við okkum, fann eg eitt áhugavert video brot, sum vísir søguna um vilsta soninum sum hon er søgd í Lukas 15:11-32.
Hygg at fyrsta parti her. Hygg at øðrum parti her.

Kaga inn í framtíðina…

Í framtíðini fara tað at verða sett stór krøv til okkum sum samkoma, at vit klára at fylgja við tíðini uttan at broyta boðskapin. Okkum tørvar Guds hjálp og vísdóm, fyri at vit kunnu endurnýggja okkum! Lyklaorðini eru “mobil” og “global”. Hygg at hesum hugvekjandi videobrotið.

Sannleiki(n)

Thumbnail image for Sannleiki(n)

Guds sannleiki er svartur og hvítur. Sjálvt um ongar grásonur eru, liva nógv av okkum dagliga í teimum. Vit velja ofta at liva eftir teimum standardum, sum vit vildu ynskt vóru sannir, heldur enn at liva eftir tí sum vit vita er satt. Fylg við hesa vikuna á live.lifechurch.tv og finn útav, hvussu tú kanst [...]

Eg elski mína samkomu!

Thumbnail image for Eg elski mína samkomu!

Hesa vikuna er undirvísingin á LifeChurch.tv um hvussu Gud hevur brúkt samkomuna til at broyta lívið hjá ymiskum menninskjum við. Hjarta í samkonumi eru menniskju sum koma saman sum Kristi eftirfylgjarar. Men tað er tað sum hendir á vegnum, sum veruliga gevur íblástur!
Kom og fylg við hesa vikuna á live.lifechurch.tv. Føroyskar møtitíðir sí her.
Um tú [...]

Finn ein lívsbólk online!

Thumbnail image for Finn ein lívsbólk online!

Ein serligt tiltak verður mánadagin 12. januar kl. 01.00 føroyska tíð. Tiltakið verður fyri at hjálpa tær at fáa samband við ein lívsbólk. Ein lívsbólkur er ein bólkur av menniskjum, sum hittist hvørja viku online til at lesa Guds orð og stuðla hvørjum øðrum. Kom og verð við í einum bólki so tú kanst veksa [...]