Hesa vikuna á live.lifechurch.tv er eitt nýtt amboð tikið í nýtslu á chattinum fyri at røkka enn longur út tvørtur um máltrupulleikar. Alt tú skrivar á chattinum verður umsett til 34 mál beinleiðis. So nú er eingin undanførðsla til ikki at kunna luttaka, tí tú ikki dugir enskt. Um tín telda er innstillað til danskt, so verður alt umsett til danskt fyri teg, men tíðanverri virkar tað ikki á føroyskum. Um hon er innstillað til føroyskt, so verður alt umsett til enskt fyri teg. Orsøkin er at Google ikki hevur føroyska umseting. Kom og royn tað nú mánakvøldið kl 20.00. Tá vera vit online á chattinum saman við øðrum.
{ 0 viðmerkingar }


