Postar merktir sum:

Church Online

Church Online kann av sonnum sigast at vera Guds verk. Í 2009 vóru tað 1,2 milliónir einstøk vitjandi á Church Online. 214000 fólk luttóku á møtunum og av hesum tóku 8600 fólk eina avgerð fyri Jesus. Meira enn 1500 bíbliur blivu sendar til fólk í 49 ymiskum londum.

Netmissión er partur av hesum arbeiði við møtinum vit hava hvørt fríggjakvøld kl. 20.00 GMT. Les meira um hvussu tú kanst vera við í hesum arbeiði.

{ 0 viðmerkingar }

Church Online fríggjakvøld kl. 20.00

Nú verður Church Online eisini hvørt fríggjakvøld kl. 20.00! Byrja verður 4. september og vit vóna at nógv fólk úr Føroyum, Norðanlondum og Europa sum heild fara at luttaka. Sum nakað nýtt er ætlanin at royna Google lýsingar á føroyskum og donskum fyri at vita, um tað ber til at fáa størri luttøku við málrættaðum [...]

Hagtøl fyri Church Online

Her eru nøkur hagtøl fyri Church Online fyri 2009 fram til dags dato. Ótrúliga spennandi at vita, hvussu hettar fer at síggja út við ársenda! Vit lata tølini tala fyri seg sjálvi: YTD Church Online 2009 View more OpenOffice presentations from tonysteward. Kelda: Church Online

Umseting á chattinum!

Hesa vikuna á live.lifechurch.tv er eitt nýtt amboð tikið í nýtslu á chattinum fyri at røkka enn longur út tvørtur um máltrupulleikar.  Alt tú skrivar á chattinum verður umsett til 34 mál beinleiðis. So nú er eingin undanførðsla til ikki at kunna luttaka, tí tú ikki dugir enskt. Um tín telda er innstillað til danskt, so verður alt [...]

Eg elski mína samkomu!

Thumbnail image for Eg elski mína samkomu!

Hesa vikuna er undirvísingin á LifeChurch.tv um hvussu Gud hevur brúkt samkomuna til at broyta lívið hjá ymiskum menninskjum við. Hjarta í samkonumi eru menniskju sum koma saman sum Kristi eftirfylgjarar. Men tað er tað sum hendir á vegnum, sum veruliga gevur íblástur! Kom og fylg við hesa vikuna á live.lifechurch.tv. Føroyskar møtitíðir sí her. [...]

Finn ein lívsbólk online!

Thumbnail image for Finn ein lívsbólk online!

Ein serligt tiltak verður mánadagin 12. januar kl. 01.00 føroyska tíð. Tiltakið verður fyri at hjálpa tær at fáa samband við ein lívsbólk. Ein lívsbólkur er ein bólkur av menniskjum, sum hittist hvørja viku online til at lesa Guds orð og stuðla hvørjum øðrum. Kom og verð við í einum bólki so tú kanst veksa [...]