Postar merktir sum:

lesiætlan

Post image for Les alla bíbliuna í 2009!

Kundi tú hugsað tær at lisið alla bíbliuna í 2009? Nú er eitt gott høvið at byrja rætt uppá tað nýggja árið.

Um tú hevur hug at lesa bíbliuna á enskum, norskum, svenskum ella á øðrum málið ber til at fylgja einari lesiætlan sum er fyri eitt ár. Ger tær eitt login til youversion.com so at tú kanst skriva tínar viðmerkingar inn og samstarva við onnur.

1 ára bíbliulesiætlan

Hendan lesiætlanin tekur teg ígjøgnum alt gamla testamenti og tvær ferðir ígjøgnum nýggja testamenti uppá eitt ár. Lesiætlanin er eldri enn 100 ár og roynist sera væl. Hon verður brúkt av meira enn 700.000 fólkum kring allan heim á youversion.com.

Hon virkar eisini væl á: internet-tøkum telefonum, iPhone og BlackBerry.

Til ber sjálvandi eisini at lesa á føroyskum á biblian.fo ella á biblia.fo tó uttan teir framkomnu møguleikar sum youversion.com hevur.

Góðan lesihug!

{ 0 viðmerkingar }